Talan er um eina hugnaliga íbúð á veghædd, ið er staðsett í væl dámda býlinginum í Berjabrekku.
Í íbúðini eru durur/gongd, tvey kømur, baðirúm, køkur og stova í einum v/útgongd út á svala. Til íbúðina hoyrir eisini ein skúrur.
Íbúðin liggur í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg, og stutt er til alskyns hentleikar í býnum.
Í økinum eru góð parkeringsviðurskifti og felagsøki. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.