Íbúð, Bumshamarsvegur 38E, Klaksvík

Talan er um nýggja og snøgga íbúð í tveimum hæddum frá 2024, sum liggur í nýggjum íbúðarbygningi á Bumshamarsvegi í Klaksvík. Íbúðin hevur frálíkt útsýni og er 130 fermetur til støddar.

Bygningurin framstendur í góðum nýggjum standi og hevur íbúðin egið goymslurúm og felagsparkeringspláss omanfyri vegin.

Íbúðin er gjørd í tráð við BK17 og er innrættað á henda hátt:

Í ovaru hæddini er duru, baðirúm, kamar, og køkur og stova í einum.

Í niðaru hæddini er stova, baðirúm, 2 kømur og goymslurúm frá baðirúminum og er upphita við hitapumpu)

Íbúðin verður hitað við hitapumpu og hevur luftskipan til øll rúm, og hevur gólvhita.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.