Seld

Íbúð, Heimasta Horn 26, 3.2., Tórshavn

Talan er um eina snøgga íbúð á triðju hædd við frálíkum útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

Í íbúðini er durur, gongd, køkur/spísistova, stova v/útgongd á altan, tvey kømur, baðirúm og vaskirúm/tøknirúm. Í kjallaranum er stórt felagsrúm, umframt rúmligt goymslurúm.

Umhvørvið er náttúruvakurt við blindan veg og eru felags parkeringspláss til eigarafelagið, umframt eitt uppmerkt pláss til hvørja einstaka íbúð.

Eigarafelagið hevur eisini fingið til vega eitt spælipláss, ið er tøkt hjá íbúgvunum og teirra gestum at nýta.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.