Talan er um eina snøgga íbúð á 1. hædd við frálíkum útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.
Í íbúðini er durur, gongd, køkur og stova v/útgongd á altan, tvey kømur, baðirúm og vaskirúm/tøknirúm. Í kjallaranum er stórt felagsrúm, umframt rúmligt goymslurúm.
Umhvørvið er náttúruvakurt við blindan veg og eru felags parkeringspláss til eigarafelagið, umframt eitt uppmerkt pláss til hvørja einstaka íbúð.
Eigarafelagið hevur eisini fingið til vega eitt spælipláss, ið er tøkt hjá íbúgvunum og teirra gestum at nýta.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.