Talan er um eina snøgga og ljósa íbúð, ið er í ovaru hæddini í nýggjum íbúðarbygningi á Toftum. Íbúðin er nýmótans og hevur gott útsýni.
Í íbúðini eru durur / gongd, tvey kømur, baðirúm og køkur / stova í einum við útgongd út á altan. Eisini hoyrir ein skúrur og tvey parkeringspláss til íbúðina.
Íbúðarbygningurin er í tveimum hæddum við tveimum íbúðum á hvørjari hædd. Uttanfyri eru 9 felags parkeringspláss, skúrar á 9 m2 hvør og vatnslanga.
Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt, og stutt er millum annað til ítrottarøkið á Svangaskarði.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.