Íbúð, Íslandsvegur 39, Tórshavn

Talan er um eina snøgga og dagførda íbúð í vesturbýnum, sum hevur frálíkt útsýni yvir havnina og Nólsoyarfjørð.

 

Íbúðin er 106 fermetrar til víddar, er í ovaru hæddini og er partur av eini samogn. Sí síðu 6 í bústaðarlýsingini fyri nærri kunning um byggisamtykt, brunatrygd v.m.

 

Í íbúðinini eru durur / gongd, køkur og stova í einum, tvey baðirúm og trý kømur. Eisini er felags vaskirúm og garður.

 

Alskyns hentleikar eru nær við, so sum skúlar, ansingarstovnur og handlar, umframt at tað er stutt oman í miðbýin.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.