Talan er um ein samognarlut á Jónas Broncks gøtu 19, ið umfatar íbúð nr. 4, sum er á veghædd. Íbúðin er innrættað soleiðis: durur, kamar, baðirúm og køk- og alrúm v/útgongd til felagsøkið.
Íbúðin er 1/6 av samlaðu ognini, og gevur eisini nýtslurætt til vaskirúm.
Ognin hevur eina sera góða staðseting í veðurgóðum og eldravinaligum umhvørvi mitt í býnum. Stutt er til flest allar hugsandi hentleikar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.