Seld

Íbúð, Karlamagnusarbreyt 16H, Hoyvík

Talan er um nýggja og snøgga íbúð í tveimum hæddum frá 2020, sum liggur í nýggjum íbúðarbygningi niðarlaga á Karlamagnusarbreyt, har stutt er til flestallar hentleikar. Bygningurin framstendur í góðum nýggjum standi og hevur m.a. svalagongir,goymslurúm og felags parkeringspláss omanfyri vegin og almenn niðanfyri.

Íbúðin er gjørd í tráð við BK17 og er í niðaru hæddini innrættað við duri / trappugongd, trimum kømrum, baðirúmi og teknikrúmi. Í ovaru hæddini er køk-alrúm v/útgongd á altan, hjúnakamar og baðirúm.

Íbúðin hevur luftskipan til øll rúm, somuleiðis gólvhita um allar víddir – innrættingin við fýra kømrum í tveimum hæddum gevur eisini góðar møguleikar at innrættað nýtsluna eftir egnum tørvi.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.