Talan er um eina snøgga íbúð í stovuhædd í nýggjari íbúðarbygningi, ið er stoyptur upp og sum hevur betongdekk millum hæddirnar. Íbúðin er staðsett í útsynningshorninum á ognini nærindis fótbóltsvøllinum, ið gevur íbúðini frítt útsýni og góðan sólargang. Atgongd er úr íbúðini út á asfalteraða túnið, har til ber at njóta seinnapartarnar.
Íbúðin er innrættað við duri, gongd, køki- og stovu í einum v/útgongd til felagsøki, tveimum kømurum og baðirúmi.
Umhvørvið er væl umtókt og barnavinarligt, og stutt er til flest allar hugsandi hentleikar og busssambandið er gott.
Íbúðin er limur í einum vælriknum eigarafelagið har eigararnar hava atgongd til sín egna hjall/goymslurúm og felags parkeringsøki omanfyri.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.