Talan er um eina ljósa og rúmliga arkitektteknaða íbúð á 1. hædd í nýggjum íbúðarbygningi í Hoyvík.
Íbúðin er innrættað við duri/gongd, trimum kømrum, baðirúmi og køki og stovu í einum við atgongd út á altan. Eisini hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.
Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, og felags parkeringspláss eru rundan um bygningin.
Umhvørvið á Karlamagnusarbreyt er lívligt og er í rúkandi menning, og býlingurin hevur flestallir hentleikar einum húski tørvar, so sum handlar, skúla, ansingarstovnar, spælipláss, fótbóltsvøll, ítróttarhøll v.m.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.