Ljós arkitektteknað íbúð á 2. hædd í nýggjum íbúðarbygningi í Hoyvík við frálíkum útsýni. Íbúðin er 75 fermetrar til støddar, og er innrættað við duri/gongd, tveimum kømrum, baðirúmi og køki og stovu í einum við atgongd út á rúmliga altan. Eisini hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.
Íbúðin er innrættað úr dygdartilfari - gólvhiti, luftskiftisskipan, eikiparkett, flottur hvítur køkur, og flísabaðirúm. Stór, vælinnrættað stova við 2 stórum vindeygapartíum við útsikt yvir allan fjørðin gevur kensluna av, at hetta er eitt serligt stað at búgva. At bæði sovikømrini eisini hava stór vindeygu við útsikt yvir fjørðin ger ikki hesa kenslu minni.
Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði fyri eldri og yngri. Íbúðin er sera tøtt, og hevur tískil eina lága orkunýtslu og er bygd í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildi í januar 2017.
Karlamagnusarbreyt er eitt lívligt umhvørvi, sum er í rúkandi menning, og býlingurin hevur flestallir hentleikar einum húski tørvar, so sum handlar, skúla, stovnar, spælipláss, fótbóltsvøll, ítróttarhøll v.m.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.