Íbúð, Karlamagnusarbreyt 6B, 2.4, Hoyvík

Talan er um eina ljósa og rúmliga arkitektteknaða íbúð á 2. hædd í nýggjum íbúðarbygningi í Hoyvík. Íbúðin hevur millum annað trý kømur, ið ger hana vælegnaða til familjur ella fólk, ið hava tørv á plássi. Íbúðin er 93 fermetrar til støddar, og er innrættað við duri/gongd, trimum kømrum, baðirúmi og køki og stovu í einum við atgongd út á altan. Eisini hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.

 

Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði fyri eldri og yngri. Íbúðin er sera tøtt, og hevur tískil eina lága orkunýtslu, og er bygd í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildi í januar 2017.

 

Karlamagnusarbreyt er eitt lívligt umhvørvi, sum er í rúkandi menning, og býlingurin hevur flestallir hentleikar einum húski tørvar, so sum handlar, skúla, stovnar, spælipláss, fótbóltsvøll, ítróttarhøll v.m.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.