Hóast íbúðin ikki er stór, so er hon effektivt innrættað við rúmligari stovu/køki, baðirúmi og 2 sovikømrum - sum ikki er vanligt fyri íbúðir av hesi stødd. Íbúðin er innrættað úr dygdartilfari - gólvhiti, luftskiftisskipan, eikiparkett, flottur hvítur køkur, og flísabaðirúm. Hóast íbúðin er í veghædd, kennist hon privat, og hevur eisini útsikt yvir grønt øki, og nakað av útsikt yvir havið.
Íbúðin er bygd í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildi í januar 2017, og hevur tískil eina lága orkunýtslu.
Karlamagnusarbreyt er eitt lívligt umhvørvi, sum er í rúkandi menning, og býlingurin hevur flestallir hentleikar einum húski tørvar, so sum handlar, skúla, stovnar, spælipláss, fótbóltsvøll og ítróttarhøll, umframt gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.