Talan er um ljósa, arkitektteknaða íbúð á veghædd í nýggjum íbúðarbygningi í Hoyvík. Íbúðin er 75 fermetrar og er innrættað við duri / gongd, stovu / køki í einum, baðirúmi og tveimum kømrum. Atgongd er út frá stovu/køki. Harumframt hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.
Íbúðirnar hava lága orkunýtslu og eru bygdar í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildið í januar 2017.
Íbúðarbygningurin er staðsettur í barnaríkum býarparti í Hoyvík og stutt er til handils, skúla, barnagarð, vøggustovu, fótbóltsvøll v.m. umframt at busssambandið er sera gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.