Seld

Íbúð, Karlamagnusarbreyt 8B, 1.4, Hoyvík

Talan er um spildurnýggja íbúð, sum liggur í nýggjum íbúðarbygningi niðarlaga á Karlamagnusarbreyt, har stutt er til flestallar hentleikar. Bygningurin framstendur í góðum nýggjum standi og hevur m.a. svalagongir, lyftu, goymslurúm og fleiri almenn parkeringspláss omanfyri vegin.

Íbúðin verður gjørd í tráð við BK17 og er innrættað við duri, trimum kømrum, køki og stovu í einum v/útgongd til svala, baðirúm og teknikrúm/vásakøk.

Bygningurin er stoyptur upp og betongdekk er ímillum hvørja hædd, betongveggir skilja eisini íbúðirnar at lodrætt. Gólvini eru úr eik/flísum, køkurin frá Modulia við Siemens hvítvørum og gólvhiti er um alla ognina. Akustikloftir eru í hvørjum rúmi og eisini er egin luftskipan og goymslurúm – alt eginleikar, ið eru við til at seta sín dám á hesa sera snøggu, ljósu og rúmligu íbúð.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.