Talan er um eina stóra, ljósa og snøgga eigaraíbúð í miðbýnum í Klaksvík.
Íbúðin er 115 m2 til víddar, og er innrættað við inngongd, duri/gongd, 3 kømrum, baðirúmi, køki og stovu í einum, og bryggers/vaskirúmi.
Bygningurin hevur eina frálíka staðseting, tætt við skúlar, stovnar, handlar, ítróttarøki og alt tað, sum býurin hevur at bjóða.
Við ognina er gott kommunalt parkeringsøki.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.