Talan er um eina íbúð á niðastu hædd í íbúðarbygningi, ið er staðsett í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg í vesturbýnum.
Í íbúðini eru gongd, baðirúm, eitt kamar og køkur/stova í einum við útgongd til útigólv. Til íbúðina hoyrir eisini eitt goymslurúm.
Stutt er til alskyns hentleikar í nærumhvørvinum, millum annað til barnagarð, spælipláss, skúlar, til handils. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.