Fastur
prísur

Innilokaðar íbúðir, Torvgøta, Klaksvík

Talan er um nýggjan, arkitektteknaðan eigaraíbúðarbygning í Klaksvík, sum verður bygdur eftir nýggjastu og bestu vitan og tøkni. Staðsetingin er góð, og somuleiðis er gott útsýni.

 

Í fyrsta byggistigi, sum er niðari íbúðarbygningurin á Torvgøtu, er talan um 3 innilokaðar íbúðir á 64 fermetrar og 3 innilokaðar íbúðir á 96 fermetrar.

 

Bygningurin og alt økið uttanum verður gjørt liðugt.

 

Inni í íbúðini verður gólvið stoypt, gólvhitaslangur verður lagdar í betong og el-dósir verða stoyptar í betongveggir. Hitapumpa og ventilatión er við í keypinum, men verður ikki sett til.

 

Keypari skal sostatt sjalvur innrætta íbúðina, sambært tekning á s. 3-5 í bústaðarlýsingini.

 

Felags parkeringsøki er frammanfyri bygningin. Eisini er gott busssamband.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.