Talan er um eina trøð, ið er tinglisin at vera 9.376 m2 til víddar.
Ognin liggur omanfyri vatnbrunnin og er hon nýliga stikað øll sum hon er. Ognin hevur verið nýtt til seyðahald og hóskar væl til hetta endamál, ella eitt nú sum beiti til ross.
Í mun til atkomu er tættasta stað at seta bil frá sær við vatnbrunnin, og síðani ganga stutta leið niðan á trøðna.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.