Talan er um jørð í landbúnaðarøki við ábygdum húsi á jarðarlutinum matr. nr. 518 Skála.
Á ognini eru bygd eini hús, ið eru eitt sokallað handverkaratilboð, sum eru partvíst liðugt innrættað. Eisini er El partvíst lagt til húsini, men er ikki knýtt í el-netið hjá SEV. Eigarin hevur brúkt sólpanelir. Vatn liggur ikki inn til ognina. Ein atkomurættur er tinglýstur á grannaognini, og tískil er atgongd til stykkið.
Fleiri ivamál eru viðvíkjandi framtíðar nýtslu av økinum, ið er lagt til landbúnaðarendamál. Tískil verður mælt til, at prátað verður við almennu myndugleikarnar nærri um framtíðar nýtslu av ognini, um ætlan er at nýta ognina til annað enn landbúnaðarendamál.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.