Góð og hugnalig endaraðhús, ið standa sera væl fyri, beint við m.a. Glasir, Skúlan á Fløtum og musikkskúlan. Ognin hevur terassu út í hugnaligan urtagarð við góðum sólargangi, umframt gott útsýni yvir Nólsoynna. Húsini eru staðsett við blindveg í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi.
Húsini eru í trimum hæddum, og eru dagførd í 2008. Í ovaru hæddini eru trappugongd, trý kømur og baðirúm. Í miðhæddini eru trappugongd og køkur/stova í einum við útgongd út á eina snøgga terassu, hava og hjall. Í niðastu hæddini eru durur, trappugongd, kamar, vesi og vaskirúm/fýrrúm.
Harumframt er eitt stórt felags spælipláss aftanfyri húsini og gott busssamband er við Marknagilsvegin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.