Raðhús, Maritugøta 83, Hoyvík

Hugnalig, snøgg og vælhildin raðhús í vælumtókta og barnavinarliga umhvørvinum í Maritugøtu, tætt við skúla, ansingarstovn, handlar, spælipláss, ítróttarhøll og fótbóltsvallir.

Húsini eru í tveimum hæddum og eru innrættaði soleiðis: Ì niðaru hæddini eru inngongd/gongd, trappugongd, vaskirúm/vesi og køkur og stova í einum við atgongd út á tvær terrassur. Hartil er úthús/ goymslurúm. Í ovaru hæddini eru trappugongd, gongd, trý kømur og baðirúm. Hartil er rúmligt ovastaloft.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Ove Vitalis
Ove Vitalis Ognarseljari og metingarmaður
Ove er knýttur at Skyn hópinum og er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Ove tekur sær av virðismetingum og sýnir ognir fram. Hann hevur drúgvar royndir innan sølu. Royndir hansara stava frá fleiri størri fyritøkum so sum olju-, flog- og samskiftisvinnuni bæði í Føroyum og uttanlands. Ove leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 22 47 47 ove@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.