Seld

Raðhús, Tórsbyrgi 15, Tórshavn

Talan er um hugnalig samanbygd hús í sera vælumtóktum býlingi, har hús sjálvdan koma á sølulista. Sethúsini eru partur av býlingi við 36 húsum við virknum eigarafelagi, har íbúgvarnir eru felags um uttandura viðlíkahald, og har skipað verður fyri fleiri felags tiltøkum árliga.

Húsini eru í trimum hæddum og eru innrættaði soleiðis: í niðaru hæddini eru gongd/trappugongd, tvey kømur og baðirúm. Úr baðirúminum er atgongd út á eysturvenda terassu, og úr eina kamarinum er atgongd út til vesturvenda terassu. Í kamarinum er eisini rúmligt klædnarúm. Í miðhæddini eru stova og køkur í einum, og í ovaru hæddini eru tvey rúmlig kømur.

Í Tórsbyrgi eru felagsøki, felagshøli, tún, grøn øki, spælipláss og nýtt vakstrarhús verður í løtuni bygt.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.