Talan er um eini innilokaði endaraðhús í tveimum hæddum, ið eru nærum liðug. Úr ognini er sera gott útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.
Uttandura er alt gjørt, og somuleiðis er asfalterað og stoypt terassa frammanfyri ognina á eystursíðu.
Í ovaru hæddini eru trappugongd, baðirúm, goymslurúm, hjúnakamar og trý kømur, har tað eina kamari hevur atgongd út á svala. Í niðaru hæddini eru durur, baðirúm, trappugongd og køkur og stova í einum við atgongd út á terassu við útsýni yvir havnina og Nólsoyarfjørð.
Endaraðhúsið stendur í einum barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til skúla, ansingarstovn, handil v.m.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.