Talan er um eini hugnalig og snøgg raðhús, ið eru væl innrættaði og standa í einum væl umtóktum grannalagi í náttúruvøkrum øki.
Í niðaru hæddini eru durur, vesi, goymslurúm, køkur og stova í einum við atgongd út á terrassu. Í ovaru hæddini eru gongd, tvey barnakømur, hjúnarkamar og baðirúm/vaskirúm.
Raðhúsini standa í einum góðum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg, og stutt er til ítróttarøki, skúla og allar hentleikar í býnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.