Talan er um eini góð og snøgg endaraðhús í fýra hæddum, við góðari staðseting í eysturbýnum.
Í stovuhæddini eru durur, stova, køkur og trappugongd. Í 1.hædd er trappugongd við atgongd út á svala, tvey kømur, hjúnarrúm og baðirúm. Í ovastu hæddini er eitt rúm innrættað, ið áður hevur verið nýtt sum sjónvarpsstova. Í kjallaranum er eitt rúm, har vaskimaskinur og oljuketil o.l. stendur.
Almenn parkeringspláss eru nærindis, og stutt er til eitt nú innkeyp, skúlar, dagstovnar og spælipláss. Grannalagið er hugnaligt og fjálgt, og tað eru bert uml. 10 minuttir til gongu oman á Vaglið.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.