Seld

Raðhús, Kirkjustræti 33, Hoyvík

Talan er um eini góð og hugnalig raðhús í tveimum hæddum, ið millum annað hava gott útsýni yvir Nólsoynna og eitt snotligt útigólv omanfyri húsini.
 
Í niðaru hæddini eru durur / trappugongd, vaskirúm, baðirúm og tvey kømur. Í ovaru hæddini eru trappugongd, vesi, køkur og stova í einum við atgongd út á altan og útigólv. Harafturat er ein hjallur, og pláss er fyri tveimum bilum í túninum.
 
Umhvørvið er barnavinarligt og friðarligt, og dagstovnar, skúlar, handil og alskyns hentleikar eru beint við. Harumframt er gott busssamband frá Løgmannabreyt.

Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.