Snøggu, hugnaligu og vælhildnu raðhúsini standa í vælumtókta og barnavinarliga umhvørvinum í Maritugøtu. Stutt er til skúlar, ansingarstovnar, handlar, spælipláss, høll og vøll.
Raðhúsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er durur, trappugongd, vaskirúm/vesi og køkur og stova við úthurð út til garð eystanfyri. Í ovaru hæddini er trappugongd, baðirúm, trý kømur. Harafturat hoyrir eitt goymslurúm og ovasta loft til raðhúsini.
Frammanfyri húsini er ein nýggj terassa og parkeringspláss.
Felags parkeringspláss eru tætt við húsini. Busssambandið er eisini gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.