Talan er um eini góð raðhús í tveimum hæddum ið liggja í hugnaligum umhvørvi í Hoyvík.
Í niðaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, tvey kømur og bryggers. Harumframt er køkur og stova í einum við hurð út á stóra terrassu sum eisini hevur ein lítlan skúrð. Tilbygningur við hjalli og goymslurúmi er í túninum.
Á ovaru hæddini er stova, tvey kømur, lítið goymslurúm og baðirúm.
Húsini standa væl fyri í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi. Stutt er til fótbóltsvøll, spælipláss, skúlar, ansingarstovnar og matvøruhandil. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.