Talan er um eini rúmlig sethús í tveimun hæddum, ið hava tvær búeindir – eina í hvørjari hædd. Sera gott útsýni er yvir fjørðin og parkeringsviðurskiftini eru góð.
Í ovaru hæddini eru inngongd, gongd, køkur, stova við altan, baðirúm og gongd og trý kømur.
Í niðaru hæddini eru durur, gongd, hjúnarkamar, baðirúm, eitt eyka kamar, vaskirúm/fýrrrúm og køkur og stova í einum.
Runt um húsini er grasfløta og pláss er fyri fleiri bilum í túninum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.