Sethús, á Túni 2, Kvívík

Henda sjáldsama perlan stendur í einastandandi náttúruvøkrum og hugnaligum umhvørvi í Kvívík. Húsini eru í trimum hæddum og hava eitt eldri, siðvant snið við hvítum sprossavindeygum.  Í húsunum, sum upprunarliga eru frá 1880, er mest sum alt dagført. Samstundis eru fleiri serdrøg varðveitt, har eldri og nýggjari eindir eru samantvinnaði og skapa eina fjálga, hugnaliga og heilt serstaka heild. Húsini eru væl viðlíkahildin og alt er úr góðum tilfari. Á ovastu hæddini eru tvey kømur og ein hems. Á miðhæddini eru durur/gongd, trappugongd, kamar, baðirúm, vesi og rúmligur køkur og stova í einum við atgongd út á altan. Á niðastu hæddini er stórur kjallari, ið kann nýtast til ymisk endamál. Snøgt er kring ognina og húsini standa sera væl fyri mitt í bygdini beint við ánna og við frálíkum útsýni yvir fjørðin.




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.