Talan er um eini hugnalig og eldri sethús í tveimum hæddum, ið hava sera gott útsýni yvir fjørðin.
Í ovaru hæddini eru gongd, baðirúm, køkur, stova og 3 kømur. Í niðaru hæddini eru inngongd, køkur, stova, baðirúm, 2 kømur og vaski/fyrrúm.
Rundan um húsini er bøur og tún við plássi fyri parkering.
Tað hevur áður verið íbúð í niðaru hæddini, men tørvur er á ábøtum, um hon skal brúkast til tað aftur.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.