Sethús, Andrasargøta 19, Hoyvík

Ógvuliga snøgg, ljós og góð sethús við góðum útsýni yvir fjørðin og landslagið.

Húsini eru sera vøkur, bæði innan og uttan. Tey eru í tveimum hæddum og harafturat er eitt ovastaloft. Í ovaru hæddini er durur, gongd, trappugongd, vesi, baðirúm, køkur og stova í einum og tvey kømur. Í niðaru hæddini eru tveir durar, trappugongd, gongd, fýrrúm / kjallararúm, baðirúm og trý kømur.

Uttanfyri er vakur urtagarður við fleiri hugnaligum krókum, grótlagaðum garði, runnum og trøum. Harafturat er gott parkeringsøki í túninum, sum er lagt við skervi.

Húsini standa við blindan veg í barnavinarligum umhvørvi tætt við stovnar, skúlar, ítróttarhøll, fótbóltsvøll, handlar og annars allar hentleikar, sum einum tørvar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.