Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum við tilhoyrandi bilhúsi/úthúsi. Ognin liggur eystarliga í bygdini og hevur útsýnið út yvir hav.
Í lofthæddini eru trappugongd og fýra kømur. Í miðhæddini eru durur, trappugongd, køkur, stova/spísistova, baðirúm og lemmur er niður til kjallara undir trappu. Niðasta hæddin er kjallari/fýrrúm.
Runt ognina er tún, bilhús/úthús og omanfyri er grasfløta.
Ognin liggur í hugnaligu bygdini Porkeri og spælipláss og sparkivøllur eru við skúlan, handil er í bygdini. Annars er skjótt at koyra til Vágs har m.a. svimjihylur og matarstøð eru.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.