Talan er um eini eldri sethús í tveimum hæddum, ið eru loypandi viðlíkahildin. Húsini liggja væl fyri í bygdini og hava gott útsýni.
Í ovaru hæddini eru durur / gongd, køkur og stova í einum, kamar, baðirúm og trappuniðurgongd.
Í niðaru hæddini eru trappugongd, kamar, kjallararúm og fýrrúm / kjallari v/ útgongd.
Runt um húsini eru tún og grasfløta.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.