Seld

Sethús, Boðanesgøta 5, Hoyvík

Vælhildin og hugnalig sethús, ið eru staðsett sermerkt í einari náttúruperlu í Hoydølum við tilhoyrandi 2101 fermetrum av stykki. Snøgt øki er runt húsini við grasvølli, urtagarði, bilhúsi og hjalli. Frálíkt útsýni er yvir landslagið.

Í ovaru hæddini eru durur, trappugongd, gongd, køkur, stova v/atgongd út á altan, baðirúm og trý kømur. Í niðaru hæddini eru durur, gongd, vaskirúm við trappugongd, trý kømur, baðirúm, fýrrúm og eitt rúm. Harumframt er eitt stórt bilhús í tveimum hæddum og hjallur.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.