Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum ið liggja í friðarligum og náttúruvøkrum grannalagi í Sumba.
Ognin er stoypt upp og hevur ml.a. tún, urtagarð, úthús, grasfløtu, parkeringspláss og eina suðurvenda altan við framúrskarandi útsýni.
Í veghædd er ognin innrættað við duri/trappugongd, kamar, vesi, gongd, kamar, hjúnarkamar v/klædnarúmi og fýrrúm/kjallararúm v/útgongd. Ovara hæddin er innrættað við gongd, stovu/spísitovu v/útgongd á altan, køk, baðirúm og kamar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.