Talan er um eini snøgg og vælhildin sethús í trimum hæddum, sum liggja sera væl fyri miðskeiðis í bygdini og hava gott útsýni yvir fjørðin.
Í miðhæddini eru durur, vaskirúm, hjallur, gongd/trappugongd, køkur, stova, baðirúm, kontór og tvey kømur. Í ovastu hæddini eru trappugongd, alrúm/tekøkur, goymslurúm og tvey kømur. Í niðastu hæddini eru gongd/trappugongd, køkur, stova, baðirúm, kamar, fýrrúm, verkstað/kamar, baðirúm og bilhús.
Rundan um húsini er garður/havi, terrassa og við síðuna av húsinum er eitt bilhús afturat.
Húsini standa í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, og stutt er til handil, skúla, ítróttarhøll og dagstovn. Eisini er stutt til busssteðgipláss.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.