Seld

Sethús, Bøgøta 41, Vágur

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið standa í veðurgóðum umhvørvi miðskeiðis í bygdini. Húsini standa niðanfyri vegin og er tún og grasfløta frammanfyri. Sólargangurin er góður og er stutt til eitt nú handlar, matstøð og annars teir frítíðarmøguleikar, ið Vágs Bygd hevur at bjóða.

Ognin er innrættað í ovaru hæddini við duri, goymslurúmi, gongd, baðirúm, skrivstovurúmi, køki- og spísistovu, stovu, kamari og trappuniðurgongd.

Í niðaru hæddini er ognin innrættað við duri/trappugongd, tveimum kømrum, baðirúmi og kjallararúmi/fýrrúmi.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.