Sethús, Bókbindaragøta 10, Tórshavn

Rúmlig og góð sethús, ið standa mitt í býnum við hugnaligum hava og góðum sólargangi.

 

Húsini eru dagførd, og m.a. eru vindeygu og klædningur skift, eisini er bjálvað av nýggjum, eins og tað mesta av elinum er skift. Ognin hevur nýggja hita- og luftskipan.

 

Ognin er innrættað í tveimum hæddum og harafturat er eitt lítið kjallararúm. Í niðaru hæddini er durur, gongd, stova, køkur, vaskirúm, kamar, baðirúm og tilbygningur. Í ovaru hæddini er gongd, hjúnarkamar, trý kømur og baðirúm.

 

Húsini standa væl fyri tætt við alskyns hentleikar og skjótt er at spáka sær oman í miðbýin.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.