Sethús, Bóndaheygur 21, Tórshavn

Stak hugnalig og rúmlig hús, sum liggur væl fyri tætt við býin og skúlaøkið í Marknagili. Húsini eru væl viðlíkahildin, og ovara hæddin er høvuðsumvæld. Húsini liggja í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi við blindan veg. Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, trappugongd, baðirúm, kamar og køkur og stova í einum við atgongd út á altan. Í niðaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, fýra kømur og kjallararúm. Eisini hoyrir eitt úthús til ognina, ið er uml. fýra fermetrar til støddar, og hugnaligur garður er rundan um húsini.




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.