Talan er um eini hugnalig, eldri sethús við framúr staðseting við blindan veg í Brøttubrekku.
Húsini, sum eru í tveimum hæddum, hava eisini tilhoyrandi bilhús og hava.
Í niðaru hæddini er íbúð við duri, gongd, køki og stovu í einum, tveimum kømrum og baðirúmi. Harumframt er kjallari og eitt kamar í niðaru hæddini, og uttanfyri er goymslurúm undir trappuni.
Í ovaru hæddini er durur, vesi, gongd, køkur og stova í einum, baðirúm og 2 kømur. Eisini er terassa og hjallur.
Ognin er staðsett í veðurgóðum øki í Gundadalsøkinum, og stutt er til ítróttaøkið, frítíðarskúla, skúla, barnagarð, viðarlundina og stórt sæð alt, ið einum húski tørvar.
Busssambandið er sera gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.