Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið hava stórt grundøki og sera gott útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Húsini standa væl fyri uttarlaga í bygdini, í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi.
Í ovaru hæddini eru inngongd, gongd/trappugongd, hjúnarkamar, trý kømur, lítið rúm, baðirúm, køkur, stova og hjallur. Í niðaru hæddini eru inngongd/gongd/vaskirúm, kjallararúm/fýrrúm, baðirúm og stórt kamar.
Runt um húsini er havi og tún við plássi fyri tveimum bilum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.