Sethús, Dalabøur 18, Skála

Sera snøgg og hugnalig sethús við avbera góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Runt húsini er stórur havi við trøum og runnum og góður sólargangur er omanfyri húsini, har túni er lagt við flísum.

Húsini eru í trimum hæddum. Í niðastu hæddini er durur, stórt kontórøki við fýra kontórum og vesi. Í miðhæddini er inngongd, gongd, køkur, grovkøkur, stova, baðirúm, hjúnarkamar, goymslurúm og hjallur. Í ovastu hæddini er stova, fýra kømur og baðirúm. Harafturat er gott bilhús við arbeiðsrúmi.

Húsini standa væl fyri við blindan veg tætt við alt, ið einum tørvar; barnagarð, innkeypshandil, bakarí og bátahylin.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.