Nýtt
boð

Sethús, Ennivegur 51, Fuglafjørður

Talan er um eini stór og rúmlig sethús við góðum útsýni yvir fjørðin og bygdina. Húsini eru í trimum hæddum við íbúð í niðastu hæddini.

Í ovastu hæddini er trappugongd / gongd, vesi, trý kømur og stova. Í miðhæddini er durur, gongd / trappugongd, vaskirúm, hjallur, køkur, borðstova, stór stova, baðirúm og kamar. Í niðastu hæddini er  durur, gongd, skrivstova / lítið kamar, fýrrúm, baðirúm, kamar, køkur og stova. Harafturat er skúrur á 8 m2.  

Stórur havi er rundan um húsini og niðan fyri vegin er eitt øki á umleið 172m2, sum eisini hoyrir til ognina, við trimum parkeringsplássum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.