Talan er um eini dámlig og snotilig sethús við tveimum hæddum. Húsini eru ovarlaga í bygdini við frálíkum útsýni. Húsini standa væl fyri í einum barnavinarligum og friðarligum umhvørvi.
Í ovaru hæddini eru durur, gongd, baðirúm, køkur, stova, tvey kømur og lítið goymslurúm.
Í niðaru hæddini er ein íbúð, ið er innrættað við duri, gongd, tveimum kømurum, baðirúmi, køki og stovu í einum, hjúnakamari og lítlum goymslurúmi.
Ein stórur grasvøllur er frammanfyri húsini við spælihúsi. Eisini er hjallur á 9 m2.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.