Sethús, Fjalsgøta 33, Tórshavn

Snøgg sethús í tveimum hæddum, ið hava íbúð í niðaru hæddini. Umhvørvið er friðarligt og barnavinarligt, og bert eitt hanagleiv er til alskyns hentleikar í nærumhvørvinum, so um skúla, miðnámsskúla, dagstovn og handil.

 

Í ovaru hæddini eru durur/gongd, køkur og stova í einum við atgongd út á altan, bryggers, trý kømur, vesi, baðirúm og hjallur/kølirúm. Í niðaru hæddini eru durur/gongd, baðirúm, tvey kømur, køkur og stova í einum og fýrrúm/vaskirúm, umframt ein partur, sum er undir umvæling.

 

Rundan um húsini snotiligur grasvøllur og góð parkeringsviðurskifti, har pláss er fyri trimum bilum í túninum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.