Sethús, Fløttavegur 1, Skúvoy

Hugnaligu og eldri sethúsini eru í trimum hæddum, standa væl fyri mitt í bygdini, og vórðu bygd í uml. 1921.
 
Í ovastu hæddini eru gongd og trý kømur. Í miðhæddini er inngongd, vesi, køkur og stova. Í niðastu hæddini er kjallari.
 
Ognin er eitt handverkaratilboð – ávísar umvælingar eru framdar í 2006 og frameftir – men til ber ikki at búgva í ognini í núverandi standi. Vit mæla tískil staðiliga á, at áhugaðir keyparar hava serkøna ráðgeving við sær at skoða ognina í samband við framvísing.
 

Í bygdini eru bæði handil og skúli, ið eisini verður nýttur sum bygdarhús. Umhvørvið er friðarligt og sera náttúruvakurt á oynni, ið er kend fyri ríka og fjølbroytta fuglalívið.

 




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson OlsenOgnarseljari
234 404jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.