Sethús, Froðbiarvegur 196, Froðba

Talan er um hugnaligu húsini, ið vanliga vera nevnd Gillastova. Ognin er heildarumvæld í 2018/19, og stendur sum ein sonn frítíðarperla í náttúruvøkrum umhvørvi í Froðba. Ognin er innrættað við einum stílreinum og snøggum sniði har m.a. sjónligu loftbjálkarnir og sildabeinsgólvini hugna serliga um.

Til ognina hoyra eisini fleiri parkeringspláss til, og ein hugnaligur garður við terrassu og hitapotti. Umstøður, ið veruliga kunnu fáa ein niður í ferð og njóta løtuna.

 

Í miðhæddini eru durur/trappugongd, baðirúm og køkur og stova í einum. Í ovastu hæddini eru trappugongd og tvey kømur. Niðasta hæddin er óinnrættað.

 

Um keypari ynskir at yvirtaka vælriknu heimasíðuna www.gillastova.fo kann hendan eisini fylgja við í keypsprísinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.