Seld

Sethús, Gæsugøta 17, Tórshavn

Talan er um eini snøgg og rúmlig sethús í tveimum hæddum, sum liggja við blindveg. Húsini hava ein stóran hava og gott parkeringsøki frammanfyri.

Í ovaru hæddini er trappugongd, køkur og stova í einum v/atgongd út á stóra altan, hjúnakamar v/atgongd út á altan og baðirúm, kamar og kontór.

Í niðaru hæddini er durur / trappugongd, baðirúm, vaskirúm, 3 kømur og stova (rør eru løgd klár innanveggja í stovuni, so klárt er evt. at seta ein køk upp). Harumframt er eitt bilhús.

Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum øki, og stutt er til flestallar hentleikar. Busssambandið er gott.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.